Hevur tín telefon røttu útgávu av stýrisskipan?
30. juni 2024 broytist minstakravið til Android telefonir til útgávu (version) 8.
Tá skulu allar Android telefonir og teldlar hava eina stýrisskipan (Android version), sum er í minsta lagi útgáva 8 fyri at brúka Samleikan. Android telefonir og teldlar, ið eru eldri, hava ikki neyðugu trygdardagføringar til at brúka Samleikan. Trygdin rundan um Samleikan setur eisini krøv til tína telefon.
GG: Tryggja tær, at stýrisskipanin á tíni telefon er dagførd, so tú framhaldandi kanst brúka Samleikan.
So hvørt sum telefonir og teldlar verða eldri, gevast framleiðarar ofta at dagføra gomlu stýrisskipanirnar. Tá ið tín telefon ella teldil ikki verða dagførd, fært tú heldur ikki tær rættingar, trygdardagføringar og nýggju funkur, sum eru. Er telefonin ikki dagførd, er størri vandi fyri hakkaraálopum og sviki.
Tá ið telefonir ella teldlar ikki er dagførd, ávirkar tað eisini appirnar á teimum. Hetta er eisini galdandi fyri Samleikan.
Samleikin verður javnan dagførdur í mun til brúkaravinsemi, trygd og at rætta møguligar villur, og tað setur krøv til stýrisskipanina á telefonini.
Tú má tryggja, at tín telefon er dagførd við nýggjastu útgávu av stýrisskipanini, so tú framhaldandi kanst brúka Samleikan.
Samleikin hevur minstukrøv fyri, hvørjar fareindir kunnu brúka appina.
- Fyri Android er minstakravið Android útgáva (version) 5.
Um tín fareind hevur eina stýrisskipan, ið er eldri enn hetta, kanst tú ikki brúka Samleikan.
Um tín telefon ella teldil ikki kann brúka Samleikan, kanst tú ogna tær geyman. Les meira um, hvussu tú fært geyman í leinkinum niðanfyri
Samleikin verður javnan dagførdur, so minstakravið verður broytt av og á.
- Far undir stillingar á telefonini
- Blaða niður til Om telefonen / About Phone.
- Vel Softwareoplysninger / Software information
- Her sært tú, hvørja útgávu av Android tú hevur
Vit mæla til, at tín telefon sjálvvirkandi dagførir stýrisskipanina. Soleiðis gert tú:
- Far undir stillingar á telefonini
- Blaða niður til Om telefonen / About Phone.
- Vel Softwareoplysninger / Software information
- Vel Autodownload
Á henda hátt tryggjar tú, at tín telefon hevur nýggjastu útgávu av stýrisskipan, sum telefonin klárar.
Fyri iPhone og iPad er minstakravið til stýrisskipan iOS 13.
Um tín fareind hevur eina stýrisskipan, ið er eldri enn hetta, kanst tú ikki brúka Samleikan.
Um tín telefon ella teldil ikki kann brúka Samleikan, kanst tú ogna tær geyman. Les meira um, hvussu tú fært geyman í leinkinum niðanfyri.
Samleikin verður regluliga dagførdur, so minstakravið til stýrisskipan verður broytt av og á.
- Far undir stillingar á telefonini
- Blaða niður til General /Generelt
- Vel About / Om
- Her sært tú, hvørja útgávu av iOS tú hevur
Vit mæla til, at tín telefon sjálvvirkandi dagførir stýrisskipanina. Soleiðis gert tú:
- Far undir stillingar á telefonini
- Blaða niður til General /Generelt
- Vel Software Update
- Vel Automatic Updates
Á henda hátt tryggjar tú, at tín telefon hevur nýggjastu útgávu av stýrisskipan, sum telefonin klárar.