Samleikin   /   Føroyskt   /   Skjáttan   /   Skjáttan
Skjáttan

Skjáttan er app, ið hýsir talgildum koyrikorti og samleikakorti

Skjáttan ger tað lættari og skjótari hjá tær, tí nú hevur tú alt á einum stað - á telefonini.

Øll, ið brúka Skjáttuna fáa atgongd til samleikakortið. Talgilda koyrikortið er til tey, ið hava skrásett føroyskt koyrikort.

Skjáttan er tøk sum app til iOS og Android.

Tak appina niður á telefon ella teldil í leinkinum niðanfyri:

Download on the App Store     Get it on Google Play

Fá Skjáttuna

Skjáttan er tøk sum app til iOS og Android.

Tak appina niður á telefon ella teldil í leinkinum niðanfyri:

   

Tá ið tú hevur tikið appina niður, skalt tú skráseta teg við Samleikanum.

Skráset teg við Samleikanum

Fyrstu ferð tú ritar inn í Skjáttuna er tað við Samleikanum. Tá verða tíni kort innlisin í appini.

Aftaná kanst tú velja skjóta innritan, sum er annaðhvørt loynital við 4 talteknum, andlitslesari ella fingramerki, um telefonin loyvir tí.

Gev gætur, at tú mást velja eitt loynital, áðrenn tú kanst virkja andlitslesara ella fingramerki.

Skjót innritan

Aftaná at tú hevur skrásett teg við Samleikanum í Skjáttuni, kanst tú brúka skjóta innritan at koma til Samleikakortið og koyrikortið.

Skjót innritan er annaðhvørt loynital við 4 talteknum, andlitslesari ella fingramerki.

Gev gætur, at tú mást velja eitt loynital, áðrenn tú kanst virkja andlitslesara ella fingramerki.

Vel upplýsingar, sum skulu vísast

Í Samleikakortinum kanst tú velja, hvørjar upplýsingar skulu vísast. Tú kanst fjala P-tal og bústað, um tú ikki vilt hava at nakar annar sær hesar upplýsingar.

Í koyrikortinum kanst tú fjala P-talið.

QR kotan

Upplýsingarnar í kortunum kunnu lesast úr QR kotuni. Blaða til høgru og QR kotan kemur fram og er klár at skanna.

Verður tú biðin um at eyðmerkja við Skjáttuni viðmæla vit, at tú brúkar QR kotuna og letur teg skanna.

Skanna QR kotuna

Skjáttan hevur innbygdan QR kotu skannara.

Við skannaranum kanst tú lesa upplýsingar frá øðrum Skjáttum.

Skannarin verður brúktur, tá ið tú skalt eyðmerkjast. Hetta kann vera í sambandi við at prógva aldur við keypi av vørum, ella um tú verður steðgað/ur av Politinum í ferðsluni.

Upplýsingarnar hvørva sjálvvirkandi aftaná eina stutta løtu og verða ikki goymdar.

Hvar kann Skjáttan brúkast?

Skjáttan kann bara brúkast í Føroyum.

Um tú fert uttanlands, mást tú hava plast koyrikortið við tær.

Hvør kann brúka Skjáttuna?

Øll, sum hava Samleikan, kunnu brúka Skjáttuna. Samleikakortið verður altíð víst, tá ið tú hevur skrásett teg.

Øll, ið hava føroyskt koyrikort, hava talgilt koyrikort í Skjáttuni.

Soleiðis brúkar tú Skjáttuna

Fyrstu ferð, tú brúkar Skjáttuna, skalt tú skráseta teg við Samleikanum.

Tá ið tú framyvir skalt brúka Skjáttuna kemur tú til hesa myndina

Vel kortið, ið tú skalt brúka. Fyri at síggja upplýsingarnar, brúkar tú skjóta innritan. Les meira um skjóta innritan omanfyri.

Í skjalinum niðanfyri sært tú, hvørjar funkur eru í koyrikortinum:

Soleiðis brúkar tú talgilda koyrikortið

Í skjalinum niðanfyri sært tú, hvørjar funkur eru í samleikakortinum:

Soleiðis brúkar tú talgilda samleikakortið

Áðrenn tú fert undir at brúka Skjáttuna, skalt tú skráseta teg við Samleikanum
Áðrenn tú fert undir at brúka Skjáttuna, skalt tú skráseta teg við Samleikanum
Brúk fyri hjálp?

Ring 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo

Vit svara yrkadagar millum kl 8 og 16.30