Samleikin   /   Føroyskt   /   Skjáttan   /   Ofta settir spurningar
Ofta settir spurningar

Ofta settir spurningar um Skjáttuna

Niðanfyri finnur tú svar til ofta stillaðar spurningar um Skjáttuna.

Um tú ikki finnur spurningin her á síðuni, kanst tú seta teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo

Avgreiðslutíðin er yrkadagar frá kl 8.00 til 16.30

Hvar kann Skjáttan brúkast

Skjáttan kann bara brúkast í Føroyum.

Skjáttan kann brúkast, tá ið tú skalt eyðmerkja teg og t.d. prógva aldur ella bústað.

Talgilda koyrikortið er ískoyti til vanliga plast koyrikortið. Kortið er góðkent at vísa, um tú verður steðgað/ur í ferðsluni av Politinum ella skalt vísa samleikaprógv við mynd á. 

Einki koyrikort er skrásett í Skjáttuni

Um tú hevur koyrikort, men tað ikki verður víst í Skjáttuni, kunnu orsøkirnar vera:

  • Tú hevur ikki føroyskt koyrikort.
  • Ein villa er í skrásetingini av koyrikortinum. Hetta kanst tú rætta inni í Vanganum, sí leinkið niðanfyri
    Fráboða koyrikort.

Set teg í samband við Akstovuna, um tú ivast.

Eingin mynd er í koyrikortinum

Nøkur koyrikort, ið vóru útskrivað millum 1996 og 1998, kunnu ikki vísa talgilda mynd.

Koyrikort uttan mynd eru ógildig.

Koyrikort uttan mynd á

Fyri at fáa nýtt koyrikort, skalt tú møta upp hjá Akstovuni. Tú skalt hava plast koyrikortið við tær og dagførda mynd, ið skal brúkast á nýggja kortinum.

Set teg í samband við Akstovuna, um tú ivast.

Trygdaratlit í Skjáttuni

Skjáttan hevur tikið nógv trygdaratlit í appini, so tínar upplýsingar ikki verða misbrúktar.

Hesi eru m.a.

  • QR koturnar hava bara stutta livitíð - tær verða endurnýggjaðar við stuttum millumbilum.
  • Kortini hava gyroskopiska funku, so liturin skiftir, tá ið tú flytur telefonina.
  • Ein livandi rørsla er allatíð á kortunum, so tú sært, at hetta ikki er ein mynd.
  • Upplýsingarnar í QR kotuni verða einans vístar í sambandi við skanning. Myndin hvørvur eftir stutta tíð.
  • Tú kanst bara hava Skjáttuna á eini fareind í senn.
Upplýsingarnar eru skeivar

Upplýsingarnar, ið verða vístar, eru beinleiðis úr landsfólkayvirlitinum og koyrikortsskránni.

Um upplýsingarnar eru skeivar, skalt tú seta teg í samband við avvarðandi myndugleika at rætta tær.

Telefonin er burturmist ella óvirkin

Um tín telefon av onkrari orsøk verður burturmist, kanst tú skráseta teg av nýggjum við Samleikanum á nýggjari telefon. Tá verður Skjáttan strikað á gomlu eindini.

Koyrikortið er útgingið

Tú mást hava eitt koyrikort í gildi fyri at brúka Skjáttuna.

Um títt koyrikort er útgingið og skal endurnýggjast, skalt tú seta teg í samband við Akstovuna.

Nýggja telefon

Skjáttan kann bara brúkast á eini eind í senn. Tá ið tú skrásetur teg í Skjáttuni á eini nýggjari telefon, verða kortini strikað í gomlu eindini.

Plast koyrikortið

Talgilda koyrikortið er eitt ískoyti til vanliga plast koyrikortið. Talgilda koyrikortið er bara galdandi í Føroyum. Skalt tú koyra uttanlands, mást tú minnast til plast koyrikortið.

Gloymt loynital

Um tú hevur gloymt loynitalið ella ikki fært rita inn, kanst tú altíð skráseta teg av nýggjum við Samleikanum.

Klipp í koyrikortinum síggjast ikki

Um tú hevur fingið klipp í koyrikortið, sært tú tað ikki í Skjáttuni. Hetta eru upplýsingar, ið Føroya Politi hevur skrásettar.

Upplýsingarnar í Skjáttuni

Skjáttan vísir upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum og koyrikortsskránni hjá Akstovuni.

Upplýsingarnar eru altíð dagførdar, tað vil siga, at allar broytingar vísast beinleiðis - eisini um tú missir koyrikortið.

Hvat fyri útgávu av telefon skalt tú hava?

Um tú hevur iPhone skal stýrisskipanin vera í minsta lagi iOS 13 fyri at brúka Skjáttuna.

Brúk fyri hjálp?

Ring 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo

Vit svara yrkadagar millum kl 8 og 16.30