Soleiðis virkjar tú Samleikan
Tá ið tú hevur sent umsókn um Samleikan, verða tínar upplýsingar rættleikakannaðar í brúkaratænastuni. Tá ið umsóknin er viðgjørd, fært tú boð í appini um at virkja Samleikan. Tað gert tú við at skriva loynitalið, ið tú valdi við bílegging. Hetta er fyri at tryggja, at Samleikin verður útflýggjaður rætta persóni.
Tú mást loyva appini at senda fráboðan (notifikatión) fyri at fáa boð frá appini, um at Samleikin er klárur at virkja.
Av trygdarávum skal Samleikin virkjast í seinasta lagi fimm dagar eftir, at vit hava sent fráboðan. Um tú ikki virkjar Samleikan, fellur umsóknin burtur, og tú mást søkja av nýggjum.
Tú virkjar Samleikan við at skriva loynitalið, ið tú valdi við bílegging. Hetta er fyri at tryggja, at Samleikin verður útflýggjaður rætta persóni.
Tað er umráðandi, at tú fullger virkjanina, tá ið tú byrjar. Um virkjanin ikki verður fullgjørd, tá tú hevur latið fráboðanina upp, verður Samleikin burtur, og tú mást bíleggja av nýggjum.
Um tín umsókn av einari ella aðrari orsøk verður avvíst, mást tú bíleggja Samleikan av nýggjum. Mest vanliga orsøkin er, at samleikaprógvið ikki var í gildi, ella myndin ikki var nóg týðilig.
Á onkrum telefonum og teldlum er neyðugt at fara undir 'Stillingar'
og velja 'Strika Samleikan', áðrenn tú kanst bíleggja av nýggjum.
Síðan fylgir tú vegleiðingini í telefonini fyri at bíleggja av nýggjum.
Tá ið tín umsókn um Samleikan er viðgjørd, fært tú boð í appini um at virkja Samleikan. Tú mást virkja Samleikan í seinasta lagi fimm dagar eftir, at tú hevur fingið fráboðanina.
Um tú ikki virkjar Samleikan , fellur umsóknin burtur, og tú mást søkja av nýggjum.
Um tú av einhvørjari orsøk skalt bíleggja Samleikan umaftur og skermmyndin er tann niðanfyri, skalt tú fara undir stillingar.
Síðan velur tú Strika Samleikan, áðrenn tú fert undir nýggja bílegging.
Far inn á stillingar á telefonini. Vel síðan Samleika appina og far undir Notifikationer. Her skalt tú loyva fráboðanum, sí myndir niðanfyri
Far undir stillingar á telefonini og inn á Apps. Leita eftir Samleika appini. Tá ið tú ert komin inn á Samleika appina, skalt tú velja Meddelelser/Notifications og síðan loyva fráboðanum, sí mynd niðanfyri: