
Samleikin á geyma
Brúkar tú Samleikan á geyma? so er umráðandi, at tú lesur kunningina niðanfyri væl.
Hetta er einans galdandi fyri Windows teldur.
Hvat skalt tú gera?
Øll, sum brúka Samleikan á geyma, skulu skifta forritið á telduni. Smart ID Desktop er forritið, tú brúkar á telduni, tá tú váttar og skrivar loynitalið við Samleikanum.
- Gamla forritið er farið úr gildi, og tí er neyðugt at taka eitt nýtt forrit niður á telduna.
- Um tú ikki skiftir forritið, kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma.
Nýggja og gamla forritið kunnu ikki vera á telduni samstundis, tí hevur tað stóran týdning, at tú strikar gamla forritið, áðrenn tú tekur tað nýggja niður.
Tað er týdningarmikið, at tú skiftir forritið sum skjótast, tí annars kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma til at rita inn á Vangan, netbankar osfr.
Strika gamla forritið
Tú kanst ikki hava gamla og nýggja forritið á telduni samstundis, tí mást tú:
- Strika gamla forritið av telduni
- Taka nýggja forritið niður og leggja tað á telduna.
Tak nýggja forritið niður í leinkinum niðanfyri:
Vegleiðing
Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing við myndum, sum kann hjálpa tær at strika gamla forritið og taka tað nýggja niður á telduna.
Á telduni, sum tú brúkar geyman á, skalt tú:
- Far í leititeigin niðast á skerminum og leita eftir Smart ID Desktop App
- Vel Fjern/Uninstall í valmyndini til høgru
- Vátta at forritið skal strikast við at trýsta á Fjern/Uninstall aftur
Tú hevur nú strikað gamla forritið av telduni, og tað er klárt at taka nýggja forritið niður.
Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing við myndum.
Í leinkinum niðanfyri kanst tú taka forritið niður, sum tú skalt leggja á telduna.
Broytingin er einans galdandi fyri Windows teldur.
- Skriva Stifinder/File Explorer í leititeigin niðast á skerminum og vel Åbn/Open
- Vel Overførsler/Downloads í valskránni til vinstru
- Dupultklikka á forritið Smart ID Desktop App 2.1.1.msi
- Forritið verður lagt á telduna, og skermmyndin letur aftur av sær sjálvum, tá ið tað er liðugt. Tað kann taka nakrar minuttir.
Samleikin á geyma er nú klárur at brúka á hesi telduni.
Gev gætur tú mást hava Smart ID Desktop forritið á teimum teldum, ið tú brúkar geyman á.
Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing við myndum.
Í vegleiðingini niðanfyri er stig fyri stig frágreiðing um, hvussu tú tekur gamla forritið av telduni og síðani tekur tað nýggja niður.
Í videovegleiðingini niðanfyri sært tú, hvussu tú strikar gamla forritið og síðani tekur nýggja forritið niður og leggur tað á telduna.
Um tú ivast, hvørja útgávu tú hevur á telduni, ber til at kanna tað.
- Skriva Smart ID Desktop App í leititeigin niðast á skerminum.
- Lat forritið upp við at trýsta á Åbn/Open til høgru.
- Tá forritið hevur latið upp, skalt tú trýsta á tannhjólið niðast í vinstra horni og velja About
Nýggja útgávan av Smart ID Desktop forritinum skal eita 2.2.1.
Um tú ikki tekur nýggja forritið í brúk, fært tú ikki ritað inn á t.d. netbankan ella Vangan við geymanum.
Gamla forritið er ikki longur í gildi, og tú mást brúka nýggja forritið.
Nýggja og gamla forritið kunnu ikki vera á telduni samstundis, tí hevur tað stóran týdning, at tú strikar gamla forritið, áðrenn tú tekur tað nýggja niður.
24. mars varð teldubræv sent til øll, ið brúka Samleikan á geyma.
Tú kanst lesa teldubrævið niðanfyri:
Evni: Nýtt forrit til Samleikan á geyma – týðandi kunning
Góðan dag
Vit senda tær aftur ein teldupost, ið er umráðandi at lesa, tí tú brúkar Samleikan á geyma.
Forritið til geyman
Herfyri fekk tú teldupost frá okkum um at skifta forritið til geyman á telduni. Talan er um Smart ID Desktop forritið, tú brúkar á telduni at skriva loynitalið, tá ið tú ritar inn við Samleikanum.
Forritið vísti seg ikki at stuðla allari nýtslu av Samleikanum, og tí er neyðugt at taka forritið niður av nýggjum.
Vit eru hørm um tað órógv, hetta hevur havt við sær. Nýggja útgávan tryggjar, at tú nú kanst brúka Samleikan á geyma til at rita inn, vátta pengaflytingar og skriva undir.
Vit vilja samstundis tryggja teg um, at eingin ivi hevur verið um trygdina av Samleikanum. Hann hevur verið tryggur at brúka alla tíðina.
Brúk fyri hjálp?
Komandi dagarnar frá kl 16.00 til 18.00 fara vit at hava opið at hjálpa fólki við at fáa rætta forritið á telduna.
Á www.samleikin.fo/geymi kanst tú lesa meira um, hvørjar dagar vit hava opið við telduhjálp.
Tú ert vælkomin at ringja til okkum á telefon 1881 áðrenn, so vit eru klár at hjálpa tær.
Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo. Vit svara yrkadagar millum kl. 8 og 16.30.
Hvat skalt tú gera?
Øll við Windows teldu, sum brúka Samleikan á geyma, skulu skifta forritið nú.
Smart-ID Desktop er forritið, tú brúkar á telduni at skriva loynitalið, tá ið tú ritar inn við Samleikanum.
- Gamla forritið er farið úr gildi, og eitt nýtt skal brúkast.
- Um tú ikki skiftir forritið, kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma.
Soleiðis gert tú
- Strika gamla forritið av telduni.
- Tak nýggja forritið niður og legg tað á telduna.
Tú finnur vegleiðing við myndum á www.samleikin.fo/geymi
Nær?
Tað er týdningarmikið, at tú skiftir forritið sum skjótast, tí annars kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma at rita inn á netbankar, Vangan osfr.
Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo. Vit svara yrkadagar millum kl. 8 og 16.30.
Vinarliga heilsan
Talgildu Føroyar
27. februar varð teldubræv sent til øll, ið brúka Samleikan á geyma.
Tú kanst lesa teldubrævið niðanfyri:
Góðan dag
Vit senda tær hendan teldupost, tí tú brúkar Samleikan á geyma. Tað er umráðandi, at tú lesur teldupostin væl, tí tað hevur ávirkan á, hvussu tú ritar inn við Samleikanum á geyma frameftir.
Gev gætur at hetta bara er galdandi fyri tey, ið brúka Windows teldu.
Hvat skalt tú gera?
Øll, sum brúka Samleikan á geyma, skulu skifta forritið á telduni. Smart-ID Desktop er forritið, tú brúkar á telduni, tá tú skalt skriva loynitalið, tá ið tú ritar inn við Samleikanum.
- Gamla forritið er farið úr gildi, og tí er neyðugt at taka eitt nýtt forrit niður á telduna.
- Um tú ikki skiftir forritið, kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma.
Soleiðis gert tú
- Strika gamla forritið av telduni
- Tak nýggja forritið niður og legg tað á telduna.
Broytingin er skjót at gera, og á heimasíðuni hjá Samleikanum hava vit vegleiðingar við myndum, sum vísa tær, hvussu tú gert.
Tú finnur vegleiðingar á www.samleikin.fo/geymi
Nær?
Tað er týdningarmikið, at tú skiftir forritið sum skjótast, tí annars kanst tú ikki brúka Samleikin á geyma til at rita inn á netbankar, Vangan osfr.
Broytingin fær onga ávirkan á Samleikan á telefon og teldil, og tú kanst framhaldandi rita inn og skriva undir tann vegin.
Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo. Vit svara yrkadagar millum kl. 8 og 16.30.
Vinarliga heilsan
Talgildu Føroyar
20. februar varð teldubræv sent til øll, ið brúka Samleikan á geyma.
Tú kanst lesa teldubrævið niðanfyri:
Góðan dag
Vit senda tær hendan teldupost, tí tú brúkar Samleikan á geyma.
Um fáar dagar skulu øll, sum brúka Samleika-geyman á Windowsteldu, taka eitt nýtt forrit niður á telduna fyri at kunna brúka Samleikan á geyma.
Hevur tú Apple-teldu ella annað enn Windows, nýtist tær ikki at gera nakað.
Hvat broytist?
Forritið, Nexus Smart ID, fer úr gildi. Farið verður undir at brúka eitt nýtt forrit, sum skal leggjast á tær teldur, ið brúka Samleikan á geyma.
Um tú ikki skiftir forritið, fert tú ikki at kunna brúka geyman til at rita inn á tær tænastur, ið brúka Samleikan, t.d. netbankan ella Vangan.
Nær verður broytingin?
Seinni í hesum mánaðinum senda vit tær ein teldupost við vegleiðing og leinki til nýggja forritið. Tá skalt tú gera broytingina.
Hvat skalt tú gera?
- Beint nú skalt tú einki gera.
- Vit senda tær ein teldupost um nakrar dagar.
- Í teldupostinum verður ein vegleiðing, sum tú skalt fylgja fyri at fáa nýggja forritið.
Til vit senda tær teldupostin, kanst tú brúka Samleikan á geyma, sum vanligt. Á www.samleikin.fo/geymi fara vit at leggja kunning og vegleiðingar út um broytingina.
Broytingin fær onga ávirkan á Samleikan á telefon og teldil, og tú kanst framhaldandi rita inn og skriva undir tann vegin.
Vinaliga heilsan
Talgildu Føroyar
1881@talgildu.fo
Tlf. 1881
Vit svara yrkadagar millum kl. 8 og 16.30