Ferðast tryggari á netinum

Ferðast tryggari á netinum

– kunningarátak hjá føroyskum bankum, stovnum og fyritøkum ímóti snýti á netinum

Møta vit ókunnufólki á gøtuni, geva vit tí ikki visakortið hjá okkum sum tað fyrsta. Sama á netinum. Vit sveipa um gluggar og vangar, og spyr onkur fremmandur eftir visakortinum hjá okkum, siga vit nei. Vit brúka okkara góða vit og skil og lata okkum ikki lumpa.

Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki

Tað kann raka okkum øll og taka okkum fíggjarliga og menniskjaliga av fótum.

Saman varpa Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á støðuna.

Tú ert týdningarmikil. Tí trygdin byrjar hjá tær og hjá okkum okkum. Á teldum og telefonum, úti sum heima í stovu, er tað altavgerandi, at vit hugsa okkum um og ansa eftir.

3 góð ráð - teksturin er skrivaður niðanfyri myndina

Trý góð ráð

- Lat teg ikki yvirtala

Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera.

- Lat ongum tíni loyniorð

Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat.

- Hugsa teg um og les gjølla

Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.

Søgur frá fólki, sum vórðu snýtt

Fólk, sum eru snýtt á netinum, eru ofta flóv og skammast av tí. Fá tora at tosa alment um tað. Her fortelja Pauli, Sára og Árni um sínar upplivingar av at verða snýtt. Sjónleikarar bera søgurnar fram, men tær byggja á veruligar hendingar.

Pauli: "Hvør skuldi trúð, at eg kundi blíva lumpaður upp á handa mátan"
Sára: "So stendur man har og følir seg heilt býtta"
Árni: "Allir pengarnir, sum eg skuldi brúka, tá eg fór at lesa, vóru vekk."

Um átakið

Netsnýtarar verða alsamt meira ágangandi og royna at svika allastaðni, har teir kunnu. Hóast fyritøkur og stovnar gera stórar íløgur í kt-trygd og seta í verk nógv tiltøk at fyribyrgja álopum, er tað ikki altíð nóg mikið.

Hetta kunningarátakið er samstarv millum Føroya Tele, Nema, Føroya Banka, Betri Banka, Suðuroyar Sparikassa, Norðoyar Sparikassa, TAKS og Talgildu Føroyar. Hóast dagliga virksemi okkara kann vera ymiskt, standa vit saman um eitt felags mál: At verja teg fyri snýti.

Endamálið við átakinum er at økja um tilvitskuna hjá føroyingum um snýt á netinum og at geva góð ráð. Atferðin hjá okkum øllum á netinum er týdningarmikil fyri trygdina. Øll kunnu vit verða snýtt, og tí er alneyðugt, at vit øll brúka okkara góða vit og skil og saman skapa einar nettryggari Føroyar.

Snarslóðir

SikkerDigital 

SikkerDigital 

SikkerDigital er ein donsk kunningarsíða, sum gevur ráð og vegleiðingar um, hvussu tú tryggjar teg á netinum og verjir teg fyri talgildum sviki. Eitt gott stað at byrja, um tú vilt vera tryggari á netinum.

E-mærket

E-mærket

Keypir tú nógv á netinum, kanst tú brúka e-mærket. Her lærir tú at kenna falskar nethandlar og at tryggja, at tú keypir frá álítandi heimasíðum. Við Sikker Shopping og øðrum hentleikum hevur tú betri verju móti sviki.

Tjekpånettet

Tjekpånettet

Tjekpånettet.dk er eitt amboð, har tú skjótt og lætt kanst kanna, um ein heimasíða er álítandi. 

SikkerBank

SikkerBank

Kunning og hagtøl frá Finans Danmark.

Hesi standa fyri átakinum
Hesi standa fyri átakinum
Tíðindaskriv um átakið
Tíðindaskriv um átakið