Áðrenn tú byrjar at brúka Samleikan, mást tú skráseta teg.
Tak appina niður á telefon ella teldil í leinkinum niðanfyri.
Annað hvørt ár skal Samleikin endurnýggjast.
Hetta er skjótt at gera beinleiðis í appini.
Um tú ikki endurnýggjar Samleikan, verður hann óvirkin, og tú kanst ikki brúka Samleikan uttan at bíleggja hann av nýggjum.